Føroyar og Bretland undirskrivað fiskiveiðiavtalu

Føroyar og Bretland undirskrivaðu týskvøldið
eina semju um sínamillum fiskiveiðu fyri 2019.



Semjan er gjørd til tess at tryggja og varðveita
fiskirættindini hjá føroyskum og bretskum skipum í ávikavist bretskum og
føroyskum sjógvi tað, ið eftir er av árinum, um Bretland fer úr ES uttan eina avtalu
31. oktober. Semjan veitir trygd fyri, at bæði kvotabýtið og atgongdin, verður
óbroytt restina av árinum.



Føroyar
og Bretland undirritaðu harumframt semju um samstarv um fiskiveiðieftirlit.