Søgan um milliardina í fiskivinnuni

Mikukvøldið var eitt innslag í útvarpinum um, at veruliga
árliga tilfeingisrentan í fiskivinnuni er ein milliard krónur. Víst verður til
danska tjóðbankan, sum í síni greining av føroyska búskapinum í september í ár
førir fram, at yvirnormali vinningurin í føroysku fiskivinnuni er umleið ein
milliard krónur.



Tað er ikki tjóðbankin, ið hevur gjørt hetta
roknistykkið. Útrokningarnar eru gjørdar í Fiskimálaráðnum, og eru helst umvegis
Ríkisumboðið komnar tjóðbankanum í hendi. Trupulleikin er, at her liggja ein
røð av fortreytum til grund fyri roknistykkinum, sum ikki hava hald í
veruleikanum.



Taka vit útrokningina hjá Fiskimálaráðnum av sonevndu
veruligu tilfeingisrentuni í 2015, so verður staðfest, at samlaða avlopið hjá
øllum fiskiflotanum eftir skatt hetta árið er 316 mió. kr. Tí er tað ein góður
spurningur, hvussu roknaða tilfeingisrentan sama árið er útvið eina milliard
krónur.



Normal hýra 250.000 kr. fyri 250-270 dagar í sjónum



Henda sonevnda veruliga tilfeingisrentan kemur fyrst og
fremt frá tveimum keldum. Onnur er, at teir, ið hava roknað, hava sum
fyritreyt, at ein normalløn í fiskivinnuni er 400 tús. kr. um árið. Eftir
verandi sáttmála millum Føroya Reiðarafelag og manningarfeløgini svarar hetta
til, at tann sonevndi normali manningarparturin við einum nótaskipi er 250 tús.
kr. um árið, um roknað verður við, at verandi yvirmannapartar lutfalsliga verða
varðveittir.



Eitt nótaskip er til fiskiskap 250-270 dagar um árið.
Fyritreytin undir roknistykkinum hjá Fiskimálaráðnum er sostatt, at ein dekkari
skal verða 250-270 dagar til skips 24 tímar um samdøgrið við eini ársløn upp á
250 tús. kr.



Ein dreymamynd



Hetta er ein dreymamynd, sum er púra órealistisk. Við
hesum manningarpørtum, hevði allur flotin ligið við brestin. Hýrurnar við
føroyskum fiskiskipum er ein spurningur um samráðingar millum partarnar á
arbeiðsmarknaðinum, og henda dreymamyndin kann bara gerast veruleiki, um
løgtingið lóggevur , at hýrurnar skulu vera á hesum stigi.



Hin keldan til tilfeingisrentuna er yvirnormalur
profittur. Roknað verður við, at normalur profittur er 6%. Tað er ikki nóg
mikið til, at flotin verður endurnýggjaður. Harumframt hava fíggjarinntøkur av
øðrum óviðkomandi virksemi verðið roknaðar upp í tilfeingisrentuna í teimum
útrokningum, sum vit hava sæð. Hetta hevur sjálvsagt einki við tann dagliga
raksturin í fiskivinnuni at gera.



Í útrokningini av tilfeingisrentuni upp á eina milliard í
2015 stava 652 mió kr. frá yvirnormalum lønum og 215 mió. kr. frá yvirnormalum
profitti. Sum nevnt omanfyri var samlaða avlopið hjá flotanum eftir skatt 306
mió. kr.



Tað er eitt álvarsmál, at tjóðbankin í síni greining
vísir til hesa púra óveruligu útrokningina av tilfeingisrentuni, og at føroyskir
fjølmiðlar nú vísa til tjóðbankan sum sannleikavitni fyri hesi útrokning. Fjølmiðlarnir
eiga at greiða frá bakgrundidni fyri hesum roknistykki, áðrenn tað ókritiskt
verður varpað út til almenningin.



Tað er ein stórur trupulleiki, at man hevur givið
almenninginum fatan av, at tilfeingisrentan í fiskivinnuni er ein milliard um
árið. Hetta er púra veruleikafjart.