Bretski fiskimálaráðharrin Michael Gove hevur sent eina hvítbók um framtíðar bretska fiskivinnupolitikkin til hoyringar. Hoyringsfreistin er sett til 12. september í ár.

Michael Gove skrivar í innganginum, at eftir Brexit fer Bretland fyri fyrstu ferð í 40 ár at hava ræði á sínum egna fiskivinnupolitikki og at verða eitt sjálvstøðugt strandaland.


-Atgongdin til bretskan sjógv verður tá eftir okkara treytum, undir okkara eftirliti og skal verða til fyrimunar fyri bretskar fiskimenn. Okkara ætlan er at byggja upp ein meira kappingarføran, lønandi og burðardyggan fiskivinnuídnað í øllum Bretlandi, skrivar Michael Gove.

Hann heldur, at kvotabýtið í felags fiskivinnupolitikkinum hjá ES er ikki hóskandi, tí tað samsvarar ikki við fiskiríkidømið í bretskum sjógvi. Gove vísir á, at árini frá 2012 til 2016 fiskaðu skip úr øðrum ES londum í meðal 760.000 tons um árið til eitt virði upp á 5,7 mia. kr. í bretskum sjógvi. Bretsk skip fiskaðu harafturímóti í meðal bert 90.000 tons til eitt virði upp á 1,2 mia. kr. í sjóøkinum hjá hinum ES-londunum. 


-Tá vit eru farin úr ES, hava vit skyldu til at samstarva tætt við onnur lond um at umsita felags stovnar burðardygt og at býta kvoturnar rættvíst á einum vísindaligum grundarlagi. Vit fyrireika okkum til hesa tilgongdina, so vit kunnu grundgeva fyri okkara kravi, um at bretskir fiskimenn skulu hava sín rættvísa part av kvotunum, skrivar Michael Gove. 

Víðari skrivar hann, at tá Bretland verður eitt sjálvstøðugt strandaland frá 1. januar 2021, fara samráðingar at avgera, hvørji onnur lond fáa atgongd at fiska í bretskum sjógvi. Talan verður um sjálvstøðugar samráðingar, sum ikki verða knýttar at handilspolitiska samstarvinum. ES hevur annars tala fyri, at samráðingarnar um framtíðar fiskivinnupolitiska og handilspolitiska samstarvið verða knýttar saman.

-Tá Bretland aftur hevur fingið ræðið á sínum fiskivinnupolitikki fer landið sum nýtt strandaland at søkja um limaskap í NEAFC, og har fer Bretland at verja síni áhugamál í samráðingunum um býtið av kvotunum av makreli, svartkjafti og norðhavssild, skrivar Michael Gove.

Hvítbókin er eitt uppskot um framtíðar fiskivinnupolitikkin hjá Bretlandi, men tað verður í síðsta enda samráðingarnar við ES, sum fara at gera av, hvussu viðurskiftini verða í framtíðini. Tað hevur drigið út hjá Bretlandi at leggja fram uppskot í samráðingunum millum partarnar, og fyri fyrstu ferð hevur ES gjørt Bretlandi greitt, at Brexit kann enda við, at ongin avtala verður millum ES og Bretland.

Brexit fer eisini at ávirka Føroyar á fiskivinnupolitiska økinum, líkamikið hvør gongdin verður. Spurningurin er, hvat Føroyar hava at bjóða afturfyri rættindini at veiða í bretskum sjógvi. Árini 2015 til 2017 fiskaðu føroysk skip í meðal árliga 66.000 tons í bretskum sjógvi, meðan bretsk skip í meðal fiskaðu 1.350 tons í føroyskum sjógvi. 


Mynd: Michael Gove umborð á Høgaberg undir vitjanini í Føroyum í august í fjør.


 





  English info

Samband

Felagið Nótaskip
Óðinshædd 7 
Box 1038
FO-110 Tórshavn

Tel.:  73 99 10
Email: notaskip@notaskip.fo

 


Nótaskipini

  • Gøtunes

    Heimstaður: Gøta
    Fyrrverandi Gitte Henning
    Bygdur í 2014 í Noregi
    Eigari: P/F Desin

  • Christian í Grótinum

    Heimstaður: Klaksvík
    Fyrrverandi Kvannøy
    Bygdur í 2002 í Noregi
    Eigari: P/F Christian í Grótinum

  • Tróndur í Gøtu

    Heimstaður: Gøta
    Bygdur í 2010 í Danmark
    Eigari: P/F Hvamm

  • Finnur Fríði

    Finnur Fríði
    Heimsstaður: Gøta
    Bygdur í 2003 í Noregi
    Eigari: P/F Krossbrekka

  • Norðborg

    Heimstaður: Klaksvík
    Bygdur í 2009 í Chile
    Eigari: P/F Hvalnes

  • Fagraberg

    Heimstaður: Fuglafjørður
    Fyrrverandi Krúnborg
    Bygdur í 1999 í Noregi
    Eigari: Sp/f Framherji