Minni norðhavssild og meira svartkjaftur

6. oktober 2023

Stovnurin av norðhavssild hevur ikki verið so lítil síðan 1988. Hetta sæst aftur í tilmælinum hjá ICES um heildarkvotuna í 2024. ICES mælir til, at kvotan skal minka við 24% niður í 390.010 tons. Seta Føroya aftur í 2024 sær eina kvotu á góð 22%. so verður føroyska kvotan 85.997 tons, sum eru 26.700 tons minni enn í ár.

Fiskifrøðingarnir halda, at tvær orsøkir eru til, at sildastovnurin er í stórari minking. Lutvíst hevur tilgongdin til stovnin ikki verið góð síðan 2016, og lutvíst hava strandalondini tilsamans sett sær munandi hægri kvotur, enn ICES hevur mælt til. Síðan 2013 hevur ongin avtala verið millum strandalondini um býtið av norðhavssildini, og seinastu árini hava londini sett sær kvotur, sum tilsamans eru umleið 40% hægri, enn ICES hevur mælt til.

ICES mælir til, at heildarkvotan av makreli skal lækka við 5% í 2024 - niður í 739.386 tons. Seta Føroyar sær aftur í 2024 eina kvotu á 19,6% av ICES tilmælinum, verður føroyska kvotan 144.919 tons, sum eru 8.400 tons minni enn í ár.

Seinastu 15 árini hava havfrøðingar og vinnan í Noregi verið ósamd um stovnsmetingarnar av makreli. Vinnan hevur stuðlað havfrøðingin Jens Christian Holst, sum arbeiddi á Havforskningsinstituttet, men sum segði seg úr starvi, tí hann var ósamdur við sínar starvsfelagar. Hann helt uppá, at makrel stovnurin var stórliga undirmettur. Nú hevur Havforskningsinstituttet staðfest, at stovnurin bert hevur verið yvirfiskaður tey seinastu tvey árini. Hetta er staðfest við at endurmeta stovnsmetingarnar aftur í tíð.

Hinvegin er svartkjaftastovnurin sera væl fyri. ICES mælir til, at heildarkvotan av svartkjafti skal hækka við 12,5%, - upp í 1.529.754 tons. Seta Føroyar sær aftur í 2024 sær eina kvotu á góð 35%, so verður føroyska kvotan 543.368 tons, sum eru 60.300 tons meira enn í ár.