Makrelkvotan minkar 70 prosent í 2026
30. september 2025
ICES hevur kunngjørt tilmælini fyri kvoturnar av makreli, svartkjafti og norðhavssild í 2026.
Mest loyvda veiðan av makreli lækkar rættiliga nógv. Svartkjafturin lækkar eisini munandi, meðan sildin hækkar.
Stórur niðurskurður
ICES mælir til, at heildarkvotan av makreli minkar niður í 174 tús. tons, sum er ein lækking á 70 prosent.
Hetta gevur Føroyum eina kvotu á 20.923 tons, sum eru 48.312 tons minni enn í ár. Hetta er eftir tað, ið vit gjalda fyri atgongd, er farið burturav.
Tilmælið hjá ICES fyri svartkjaft er 851 tús. tons, sum er ein lækking á 41 prosent í mun til tilmælið í ár.
Hetta gevur Føroyum eina kvotu á 302.483 tons, sum er ein lækking á 211.511 tons.
Meira norðhavssild
ICES mælir til, at heildarkvotan av norðhavssild skal hækka við prosent % upp í 534 tús. tons. Hetta gevur Føroyum eina kvotu á 53.391, sum eru 13.212 tons meira enn í ár.
Strandalandafundir í næstum
Árligu strandalandafundirnir byrja um góðar tvær vikur. Fundurin um makrel verður 16. og 17. oktober. Fundurin um norðhavssild verður 20. og 21. oktober, og svartkjafturin er á skránni 21. og 22. oktober.