Uppsjóvarkvoturnar kvinka upp eftir í 2027
30. september 2026
ICES hevur kunngjørt tilmælini fyri kvoturnar næsta ár
Føroysku uppsjóvarkvoturnar hækka nakað komandi ár. Tað er greitt eftir at ICES hevur kunngjørt tilmælini fyri kvoturnar av makreli, svartkjafti og norðhavssild í 2027.
Kvoturnar hækka
ICES mælir til, at mest loyvda veiðan av makreli hækkar upp í 353 tús. tons, sum er ein hækking á 18 prosent sammett við ásettu kvotuna í ár. Hetta gevur Føroyum eina kvotu á 42.353 tons, sum eru góð 6.000 meira enn í ár.
Tilmælið hjá ICES fyri svartkjaft er 1,064 mió. tons, sum er ein hækking á 25 prosent í mun til tilmælið fyri í ár. Hetta gevur Føroyum eina kvotu á umleið 378.000 tons, sum er ein hækking á 75.000 tons sammett við í ár.
ICES mælir til, at heildarkvotan av norðhavssild skal hækka við 10 prosentum upp í 588 tús. tons. Hetta gevur Føroyum eina kvotu á umleið 58.800, sum eru góð 5.000 tons meira enn í ár.
Ein partur latast øðrum
Komandi mánaðirnar standa bilateralu fiskiveiðusamráðingarnar fyri durum. Føroyar hava seinastu árini havt bilateralar fiskiveiðusáttmálar við Noreg, Ísland, Grønland, Bretland og Russland. Ein partur av føroysku uppsjóvarkvotunum verður vanliga brúktur í hesum samráðingum. Av somu orsøk fæst ikki endaliga at vita, hvørjar føroysku kvoturnar verða næsta ár, fyrr enn samráðingarnar við onnur lond eru av.
Strandarlandafundir í næstum
Árligu strandarlandafundirnir í London byrja um góðar tvær vikur. Fundirnir um svartkjaft og norðhavssild verða 13. til 15. oktober. Fundirnir um makrel verður vikuna eftir, 19. til 22.oktober.