Uppsjóvarkvoturnar ásettar fyri 2027
23. oktober 2026
Strandarlondini hava gjørt eftir tilráðingini hjá fiskifrøðingunum í ICES.
Strandarlondini eru samd um heildarkvoturnar fyri makrel, norðhavssild og svartkjaft í 2027. Seinastu tvær vikurnar hava árligu fundirnir verið í London, har ið tey vísindaligu tilmælini fyri makrel, norðhavssild og svartkjaft vórðu umrødd og kvoturnar ásettar.
Strandarlondini hava gjørt eftir tilráðingini hjá fiskifrøðingunum í ICES.
Kvoturnar hækka
Heildarkvotan fyri makrel er 352.938 tons, sum er ein hækking á 18 prosent sammett við ásettu kvotuna í ár. Hetta gevur Føroyum eina kvotu á 42.353 tons, sum eru góð 6.000 meira enn í ár.
Fyri norðhavssild er heildarkvotan 588.004 tons. Føroyska sildarkvotan verður á leið 58.000 tons, góð 5.000 tons meira enn í ár.
Heildarkvotan fyri svartkjaft er ein millión og 64.191 tons. Hetta gevur Føroyum eina kvotu á umleið 378.000 tons, sum er ein hækking á 75.000 tons sammett við í ár.
Ein partur latast øðrum
Bilateralu fiskiveiðusamráðingarnar standa nú fyri durum. Føroyar hava seinnu árini samráðst við Noreg, Ísland, Grønland, Bretland og Russland. Ein partur av føroysku uppsjóvarkvotunum verður vanliga brúktur í hesum samráðingum. Av somu orsøk fæst ikki endaliga at vita, hvørjar føroysku kvoturnar verða næsta ár, fyrr enn samráðingarnar við onnur lond eru av.