Makrelurin framvegis ikki MSC góðkendur

10. september 2019

Tey trý góðkenningarfeløgini, sum taka sær av MSC góðkenningini av fiskiskapinum eftir makreli, hava seinastu vikurnar fundast um annahvørt ógildingin av gókenningini skal takast aftur, ella um støðan skal verða óbroytt.  

Niðurstøðan er, at MSC góðkenningin av makrelfiskiskapinum framvegis skal verða ógildað. 

 

Í grundgevingini verður sagt, at av tí, at ongin makrelavtala er fyri øll londini, fer fram ein ovurfisking, og við verandi veiðitrýsti er stovnurin framvegis í minking. Vandi er tí fyri, at hann fer at koma niður um tað burðadygga markið.

 

Góðkenningarfeløgini taka málið upp aftur í desember, tá ICES hevur kunngjørt sítt tilmæli um heildarkvotuna í 2020, og strandalondini (ES, Føroyar og Noreg) hava ásett kvotuna fyri 2020. ICES fer at kunngera sítt tilmæli síðst í september, og strandalandafundurin um makrel verður í London frá 14. til 17. oktober.

 

 

 

MSC góðkenningin av íslendska, norska, føroyska og  ES fiskiskapinum eftir makreli varð ógildað í vár, tí fiskiskapirnir ikki longur luku ásetingarnar hjá MSC.

Makrelavtalan millum ES, Noreg og Føroyar er fyribils galdandi til ársenda í 2020.